Stóra innsavningin hjá Reyða Krossi hevur verið í sjónvarpinum í kvøld.
Og nú roknað varð saman móti endanum av sendingini var greitt, at 3.200.259 krónur eru savnaðar inn.
Ikki smávegis. Tey sum stuðlaðu við meira enn 200 krónur, vóru við í lutakastinum um ein Volvo EX30 bil. Lutakastið skuldi eftir ætlan vera beinleiðis í sendingini, men av tekniskum ávum verður hetta ikki fyrr enn í næstu viku, varð sagt.
Av somu teknisku trupulleikunum eru tey, sum hava ringt inn við telefon, ikki tald við í teimum 3,2 milliónunum. Tískil kann væntast, at upphæddin veksur nakað tá tey koma við.
Uppboðssøla var eisini av landsliðsblusu hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu umframt tvey atgongumerki til heimadystin móti Kosovo 6. november. Hon fór fyri 15.500 krónur.
- Tað er rættiliga rørandi at vita, at hugurin at stuðla einum góðum endamáli í Føroyum er so stórur sum hann er. Eg kann ikki annað enn vera ótrúliga takksamur fyri stuðulin, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, síðst í sendingini.
Innsavningin heldur fram til mánakvøldið á midnátt. Til ber at stuðla Reyða Krossi á heimasíðuni hjalp.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald