Nýggjastu hagtølini hjá Arbeiðsloysistryggingini, Als, vísa, at tað nú eru 3.261 játtaðar umsóknir um lønarískoyti til fólk, sum hava mist inntøku orsaka av korona.
Av teimum eru 1.636 kvinnur og 1.625 menn.
Als ger eisini upp hvar í landinum stuðulin verður útgoldin. Í mongd verður nógv mest útgoldið í Suðurstreymi, har 1.526 fólk eru við í koronaskipanini, meðan minst fer til Sandoynna, har tey einans eru 44.
Um hugt verður eftir hvussu nógv fólk býr í hvørjum øki, so verður lutfalsliga mest útgoldið til Vágar.
Á nýggjárinum vóru 1.971 fólk í Vágum í aldrinum 16 til 66 ár. Tey 295 sum eru komin í korona-skipanina svara til, at knøpp 15 prosent av teimum, sum eru í arbeiðsførum aldri, nú fáa peningaliga hjálp, tí tey eru rakt av koronatiltøkum.
Næst harðast rakt er Suðurstreymoy, har 1.526 fólk svara til knapt 12 prosent av arbeiðsfjøldini.
Í Norðoyggjum, Eysturoy og Norðurstreymi liggja tølini frá 9 til 9,5 prosent, meðan Sandoy og Suðuroy eru sloppin lættast í so máta. 5,9 prosent í Sandoy fáa koronaískoyti og 5,8 prosent í Suðuroy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald