Í gjár varð boðað frá, at trý fólk, ið eru partur av manningini á norska ferðamannaskipinum Roald Amundsen, sum er partur av Hurtigruten í Noregi, høvdu fingið staðfest korona.
Les eisini: Øll manningin á norskum skipi skal kannast fyri koronu – 500 fólk í sóttarhald
Síðani er restin av manningini kannað, og nú hava tilsamans 33 teirra fingið staðfest smittuna.
Tey, sum vórðu staðfest smittað herfyri, hava verið avbyrgd seinastu dagarnar, og nú eru øll manningin, sum enn er á skipinum – 154 fólk – sett í sóttarhald. Tað sama eru 60 ferðafólk, sum fóru av skipinum fríggjadagin. Tey skulu vera avbyrgd í tíggju dagar, eftir tey eru farin í land.
Hurtigruten upplýsir, sambært Ritzau, at eingin av teimum 154, sum eru eftir umborð á skipinum, hava sjúkueyðkenni.
Universitetssjúkrahúsið í Tromsø upplýsti í gjár, at trý av manningini frá skipinum vóru innløgd við COVID-19. Talan er um útlendskar ríkisborgarar.
Skipið liggur nú í Tromsø, og eingi ferðafólk eru umborð.
Sambært tíðindastovuni dpa, er mann í ferð við at geva øllum, sum hava siglt við Roald Amundsen seinastu tríggjar vikurnar, boð um støðuna. Talan er um 380 fólk.
Skipið er 140 metrar langt og kann taka 530 ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald