Innanlands

3.333.090 krónur: Hetta hevði eg ikki droymt um

Metnógv varð savnað inn í kvøld. Formaðurin í Reyða Krossi var ovfarin

(Skíggjamynd: Kvf)

(Skíggjamynd: Kvf)

2020-11-15 22:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg hevði ikki droymt um, at tað bleiv so høgt.

Tað segði ein væl nøgdur formaður í Reyða Krossi tá landsinnsavningin, sum varð send í sjónvarpinum í kvøld, nærkaðist endanum.

3.333.090 krónur vórðu savnaðar inn, og tað má sigast at vera meira enn Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, hevði vónað.

Tá sendingin byrjaði segði hann, at um metið sum var nøkur ára gamalt, tá 1,4 millión varð savnað inn, bleiv tikið, so var hann nøgdur.

Men tað bleiv væl meira enn tað.

Fyritøkur og privatpersónar hava stuðlað, og síðst í sendingini var vinnari av einum Suzuki Swift trektur. Tað gjørdist Eyðgerð Niclasen úr Miðvági, sum gjørdist hepni vinnarin.

Innsavningin steðgar ikki her. Næstu dagarnar ber eisini til at stuðla, og um nakrar dagar verður alt roknað saman.

Síggj her hvussu tú kanst stuðla

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder