Innanlands

34 sveinar fingu prógv á yrkisnámi á Glasi

Próvhandan á Glasi í síðstu viku, tá 34 sveinar fingu prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2022-02-10 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin í síðstu viku fingu 34 sveinar prógv sum elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir.

Tað er ikki á hvørjum degi, at so nógvir handverkarar fáa prógv á einum degi. Á Glasi varð felags prógvhandan, nú elektrikarar, maskinsmiðir, rørsmiðir, bilsmiðir og húsasmiðir fingu prógvini uppá, at lærutíð og sveinastykki eru fingin væl frá hondini. 

Hetta er somuleiðis prógv um, at samstarv millum vinnu og útbúgvingarstovn ber ávøkst. Tað fegnast vit um her á Glasi. 

Á hátíðarligu løtuni fríggjadagin 4. februar vóru familjur og vinfólk, lærarar, lærumeistarar og onnur komin saman at hátíðarhalda sveinarnar. Har vóru talur, felagssangur, ábit – og sjálvsagt prógvhandan.

EL/Elektrikarar

[object Object]Aftast frá vinstru:
Ari Krosslá Poulsen, í læru hjá EL.FO. Conrad Dahl Lauritsen, í læru hjá LM Electric. Herbjørn Lava, í læru hjá EL.FO. Jayred Ellie Balid Cruz, í læru hjá MEST og Jógvan í Grógv, í læru hjá Frost.
Fremst frá vinstru:
Jóhannes Jóannesson, í læru hjá Install. Jónas Jespersen, í læru hjá Bærendsen Teknik. Petur Erhard Müller, í læru hjá MR-EL. Regin í Lágabø, í læru hjá MR-EL og Stephan Petursson, í læru hjá EL.FO.


Maskinsmiðir

[object Object]Aftast frá vinstru:
Bjartur Jónarsson Randrup, í læru hjá Vestmek. Brynjar Petersen, í læru hjá Tangavirkinum. Gunnar Sørin Hvanná Andreasen,  í læru hjá Vágs Skipasmiðju og Jóhan Sigurd Oddfinsson, í læru hjá NomaTek.
Fremst frá vinstru:
Magnus Lydersen, í læru hjá NomaTek, Niels Kristian S. Thomassen, í læru hjá NomaTek og Teitur Midjord, í læru hjá Varðanum Pelagic.
Ari Kruse, í læru hjá Articon vantar á myndini.


Rørsmiðir

[object Object]Frá vinstru: Helgi Danielsen, í læru hjá Victor á Lakjuni. Jógvan Rasmus Falkvard, í læru hjá Demich. Nicklas Olivur Dam, í læru hjá Demich og Teitur Birgisson Beck, í læru hjá Rock Trawldoors.


Bilsmiðir

[object Object]Frá vinstru: Jóhan Eli Ziska, í læru hjá BBR Service. Regin Hansen, í læru hjá Waag & Com. Rúni Sørensen, í læru hjá Reyni Service.


Húsasmiðir

[object Object]Frá vinstru: Bjørn Ulvedal Simonsen, í læru hjá Timbur-Snikkaratænastuni og Martin Emil Ternustein, í læru hjá HPH Smíð. Níggju húsasmiðir stóðu sveinaroynd í september og oktober 2021, og tað lá bert fyri hjá tveimum at verða við til prógvhandanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder