Innanlands

3.400 negativar kanningar á rað

Talið á koronakanningum, sum eru gjørdar í Føroyum, nærkast 10.000, og framvegis er eingin nýggjur tilburður staðfestur síðan 22. apríl

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-31 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan í Føroyum er framvegis tann sama – eingin er smittaður við koronasmittuni í løtuni.

9.677 kanningar eru nú gjørdar, og eingin smitta er staðfest í teimum seinastu 3.407 kanningunum, upplýsir Heilsumálaráðið. 41 kanningar vórðu gjørdar í gjár – allar vóru negativar.

Talið á staðfestum tilburðum í Føroyum er sostatt framvegis 187 – tað hevur tað verið síðan 22. apríl.

Nú hvítusunna er, verða ongar kanningar gjørdar í dag og í morgin. Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða almannakunngjørd, verður tí mikudagin 3. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder