Innanlands

3.400 vitjaðu handverkaramessuna

Verkfallið hevði jaliga ávirkan á messuna hjá Bygma Balslev fríggjadagin

Sjúrður Olsen, stjóri í Balslev, t.h. her saman við Jón Sigurðsson, stjóra í Articon (Mynd: Jákup Bech Jensen)

Sjúrður Olsen, stjóri í Balslev, t.h. her saman við Jón Sigurðsson, stjóra í Articon (Mynd: Jákup Bech Jensen)

2024-06-05 12:39 Author image
Orð & Myndir: Jákup Bech Jensen
placeholder

Seinasta vikuskifti vóru fleiri tiltøk um alt landið. Luttøkan, sum hevur verið ávirkað av verkfalli og veðrinum, hevur verið misjøvn. Handverkaramessan var eitt av tiltøkunum, sum var jaliga ávirkað av verkfallinum, tí ikki færri enn 3.400 vitjaðu messuna.

- Hetta er størsta messa, vit nakrantíð hava havt, og tí eru vit glað fyri, at tað vóru so nógv vitjandi, sigur Sjúrður Olsen, stjóri á Bygma Balslev.

- Tað er sera tíðarkrevjandi at fyrireika slíka messu. Næsta messan er í 2026, og vit byrja longu eitt ár frammanundan at leggja til rættis. Allir veitarirnir, sum vóru við í ár, hava biðið um at sleppa við á næstu messu, men tað kunnu vit ikki lova teimum nú. Tað er umráðandi, at vit velja veitarar, sum hava okkurt nýtt og spennandi at bjóða, og tí taka vit ikki avgerð um tað enn.

- Í 2026 fara vit helst aftur, at hava fokus á burðardygd og arbeiðsumhvørvið. Fyri at ganga undan á burðardyggu leiðini, hava vit fingið PEFC og FSC góðkenningar, sum merkir, at alt okkara tilfar er framleitt burðardygt og at arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Tað meta vit hava stóran týdning fyri okkum, sum størsti veitari av byggitilfari í Føroyum, sigur Sjúrður Olsen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder