Innanlands

35 revsimál útsett síðani 16. mars

Um 10 dagar verða sakarmál aftur viðgjørd í Føroya rætti, men tað verður ikki á sama hátt sum vanligt

14 borgaralig mál eru eisini útsett - samanlagt er talan um 16 rættardagar (Mynd: Jens Kr. Vang)

14 borgaralig mál eru eisini útsett - samanlagt er talan um 16 rættardagar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-24 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tey 35 revsimálini og tey 14 borgarligu málini, sum eru vorðin útsett síðani 16 mars svara til samanlagt 16 heilar rættardagar - átta fyri revsimálini og átta fyri borgarligu málini  

Hetta skrivar Kringvarpið, ið hevur fingið tað upplýst frá Føroya Rætti.

Fútarætturin hevur eisini útsett 19 fundardagar, og í Skiftirættinum eru einstøk skiftimál avlýst og útsett, skrivar kvf.fo.

Føroya rættur fer so nú so smátt í gongd aftur við virksemi. Um tíggju dagar, mánadagin 4. mai, verður byrjað at viðgera sakarmál aftur.

Tað ber tað tó ikki til at gera á sama hátt usm vanligt. Føroya rættur upplýsir, at tað verður ikki við fullsettum rættarlista í fyrstani - tilmælið um frástøðu skal haldast, og hølini hjá Føroya rætti eru ikki stór.

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder