Í 2019 vóru 370 krabbameinstilburðir í Føroyum, og tað er hægsta talið nakrantíð, sigur Krabbameinsfelagið. Talan er í miðal um ein tilburð um dagin.
Í árunum 2009 til 2017 lá talið millum 200 og 250 tilburðir, og áðrenn tað millum 150 og 200.
– Hví er talið vaksið so nógv? Kanska tí vit liva longri. Kanska tí vit eru fleiri. Kanska tí vit liva øðrvísi. Ósunnari. Kanska tí tað ikki altíð verður gjørt upp líka. Brúka vit gransking úr øðrum londum, so kunnu vit siga okkurt um talið. Betri hevði verið, um vit við egnari gransking kundu sagt meira. Nakað er granskað, og tíbetur er enn meira á veg, stendur í ársfrágreiðingini hjá Krabbameinsfelagnum. Les alla ársfrágreiðingina her.
Í fjør varð skjøtul settur á nýggja Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum. Endamálið við henni er at lýsa krabbamein í Føroyum, bæði yvirskipað og eisini í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, og broytingar gjøgnum tíðina.
Krabbameinsfelagið vónar, at granskingin fer at svara fleiri av spurningunum um, hvør er í serligum vanda at fáa krabba, hví summi eru í størri vanda, og hvat kann gerast fyri at fyribyrgja krabba.
Nevndin í Krabbameinsfelagnum skipað seg
Krabbameinsfelagið hevði sín árliga aðalfund hóskvøldið 14. mai, har nevndin í felagnum skipaði seg.
Durita Tausen heldur fram sum formaður og Sonja Nielsen næstformaður og kassameistari. Hini í nevndini eru Jóhan Poulsen, Magnus Magnussen og Olga Kristina Hansen, sum er nývald. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald