Uttanlands

4.000 mótmælisfólk handtikin í USA

Ófriður hevur verið í landinum, síðan George Floyd doyði fyri góðari viku síðani

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-06-01 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uml. 4.000 fólk eru nú handtikin í USA í sambandi við mótmælistiltøk, sum hava sett sín dám á landið, síðan George Floyd doyði undir einari handtøku fyri einari viku síðani.

Fyrstu handtøkurnar vórðu gjørdar týsdagin, dagin eftir George Floyd doyði.

Seinastu dagarnar hevur nógvur ófriður verið í USA, og í nógvum býum hava samanbrestir verið millum løgreglufólk og sivilfólk. M.a. í stórbýunum Washington D.C., New York City, Philadelphia og Los Angeles.

Orsakað av ófriðinum, hava myndugleikarnir sett útfaringarbann í verk í fleiri enn 40 býum. Í 15 býum er tjóðarhirðin boðsendur at hjálpa løgregluni, skrivar Ritzau.

Í kaliforniska býnum Oakland, varð í nátt skotið eftir einum bygningi hjá løgregluni. Trý fólk eru handtikin í hesum sambandi.

46 ára gamli litti maðurin, George Floyd varð staðfestur deyður á sjúkrahúsi, eftir at Derek Chauvin, ein hvítur løgreglumaður, í fleiri minuttir, hevði trýst knæ sítt niður móti hálsi hansara undir einari handtøku.

Fleiri vitni tóku hendingina upp á video. George Floyd hoyrdist fleiri ferðir siga, at hann ikki fekk andað, áðrenn hann misti vitið. Tað er fleiri ferðir komið fyri í USA, at ein littur maður er deyður undir einari handtøku.

Les eisini: Joe Biden tekur frástøðu frá harðskapinum hjá mótmælisfólkum í USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder