
Trý ára fongsulsrevsing, og skal rinda endurgjald upp á 65.000 krónur.
Dómur varð fyrrapartin sagdur í rættarmálinum, sum hevur verið fyri í Føroya rætti seinastu dagarnar, har ein maður skal hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir frá 2017 til desember 2019.
Kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at enn hevur eingin av partunum tikið støðu til, um dómurin skal kærast fyri hægri rætt.
Maðurin situr í varðhaldi til støða er tikin til, um dómurin skal kærast, og har hevur hann sitið síðani desember 2019.
42 ára gamli maðurin er dømdur at rinda sakarmálskostnaðin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald