Innanlands

42.000 tilburðir skrásettir í Norðurlondum – fleiri enn 3.000 deyð

Svøríki hevur bæði skrásett flest tilburðir og flest andlát í sambandi við COVID-19 – Lægsta talið á tilburðum er í Grønlandi og Føroyum, ið eisini eru einastu londini, ið einki andlát hava skrásett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-27 15:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á COVID-19 tilburðum í øllum heiminum er nú farið uppum tríggjar mió. Í skrivandi stund hava 3.013.836 fólk fingið staðfest sjúkuna, og av teimum eru 207.895 deyð.

888.362 eru staðfest frísk aftur, og eru sostatt uml. 1,9 mió. fólk, ið eru smittað í løtuni. Av teimum hava 97 prosent mild sjúkueyðkenni, vísur uppgerð hjá heimasíðuni worldometers.info.

Í løtuni hava tilsamans 42.036 fólk fingið staðfest COVID-19 í Norðurlondum. Svøríki hevur hægsta talið á tilburðum, og tað lægsta talið hevur Grønland.

Samlaða talið á deyðum í Norðurlondum er 3.098. Har er tað aftur Svøríki, sum hevur hægsta talið. Um sæð verður burtur frá Føroyum og Grønlandi, sum ikki hava staðfest nøkur andlát í sambandi við COVID-19, hevur Ísland lægsta talið á andlátum.

Sambært worldometers.info, sær býtið í Norðurlondum í løtuni soleiðis út:

Noreg: 7.527 tilburðir, 202 deyð, 32 frísk

Svøríki: 18.926 tilburðir, 2.274 deyð, 1.005 frísk

Danmark: 8.898 tilburðir, 422 deyð, 5.805 frísk

Finland: 4.695 tilburðir, 190 deyð, 2.500 frísk

Ísland: 1.792 tilburðir, 10 deyð, 1.608 frísk

Føroyar: 187 tilburðir, 178 frísk

Grønland: 11 tilburðir, 11 frísk

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder