Á kombineraða ídnaðar- og bústaðarøkinum við Karlamagnusarbreyt eru tilsamans 47 byggiøki, har tey flestu nú eru bygd ella bygging er ávegis. Trý av hesum økjum verða gjørd til parkeringsøki. Í løtuni er nógv virksemi.
Tey byggiloyvi, sum higartil eru givin, umfata 254 íbúðir. Verður hugt at samlaðu nøgdini, tá øll endaligu byggiloyvini eru givin, verður talan um 421 íbúðir tilsamans. T.v.s. at um ársskiftið vantaðu 167 íbúðir at verða gjørdar lidnar, men arbeiðið gongur skjótt.
Verandi byggiloyvi umfata 421 íbúðir, men tá er tað at siga, at á fleiri av stykkjunum er møguleiki at byggja meira.
At fleiri stór handils- og bústaðarhús eru bygd samstundis hevur sett sera stór krøv til bæði byggivinnuna og tey ferðandi. Roynt hevur tí verið at tryggja, at øll tey, sum hava staðið fyri hesum byggivirksemi, regluliga hava fingið áminningar um at halda trygdarreglurnar, meðan bygt verður.
Karlamagnusarbreyt er sum er einsrættað niðaneftir og ferðin er avmarkað til 30 km/t í ovara enda. Hetta økið liggur niðan móti stóra parkeringsøkinum og høvuðsinngongdini hjá Skúlanum við Løgmannabreyt, har nógv børn ferðast. Gjørdar eru ferðsluforðingar í økinum fyri at tarna ferðini.
Tað hevur verið vónleyst hjá kommununi at gera alt ætlaða arbeiðið í økinum, meðan byggingin hevur verið so umfatandi. Men liðugtgerð av gongubreytum og parkeringsplássum, umframt gøtum í økinum, fer at gera farleiðirnar munandi tryggari.
Ein ferðslutrygdargrannskoðan varð eisini gjørd, ið lýsir trygdartrupulleikar hjá teimum ferðandi og kemur við loysnum. Tilmælini í hesi kanning eru partur av samlaðu loysnini fyri økið. Ein nærri lýsing av liðugtgerðini av økinum kemur seinni.
Næsta útstykkingin í Hoyvík er á Stórubrekku – her verða um 100 grundstykki til kombineraða bygging, klárt verður at bjóða arbeiðið út í summar.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald