2020-05-11 13:08
Tá koronasmittan kom til Føroya fyrst í mars vóru 280 fulltíðararbeiðsleys í Føroyum. Í dag, tveir mánaðir seinni, er talið komið upp á 429.
Hetta svarar til ein vøkstur á 53 prosent, skrivar Kringvarpið.
Hóast hetta er talið á fólki í serstøku korona-skipanini hjá ALS minkað munandi seinastu vikurnar. Í løtuni fáa gott 2.900 fólk í Føroyum lønarískoyti frá ALS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald