Í dag, fyri 45 árum síðani, var sosiala umsitingin yvirtikin, og Almannastovan, sum stovnurin var nevndur, varð til.
Týsdagin 1. apríl í 1975 varð Almannastovan sett á stovn. Fimtan starvsfólk fluttu við frá Sosialu deild til Almannastovuna, tá sosiala umsitingin kom á føroyskar hendur hendan dagin.
Hesi 45 árini hevur Almannaverkið ment seg til ein alneyðugan og týdningarmiklan part í føroyska samfelagnum. Hvønn mánaða hevur Almannaverkið, á ymsar hættir, samband við fleiri enn 16.000 føroyingar.
Trivnaðartænasturnar hjá Almannaverkinum stremba hvønn mánaða eftir, at fleiri enn 650 borgarar, sum fáa stuðul í heiminum, búgva á stovnum ella hava tørv á øðrum tænastum, hava eitt gott og innihaldsríkt lív, meðan Viðskiftatænasturnar veita endurvenjing, veitingar og aðrar tænastur til ein breiðan skara av føroyingum, sum hava tørv á stuðli í gerandisdegnum.
Seinastu 45 árini er virkisøkið hjá Almannaverkinum vaksið frá tí mest neyðturviliga, til eina modernaða sosiala tænastu, sum kann sammetast við tænasturnar í grannalondum okkara. Dugnalig og fakliga sterk starvsfólk eru fyrsta treytin fyri, at Almannaverkið hevur verið ført fyri at taka ímóti avbjóðingunum.
Uppgávan hjá Almannaverkinum gerst ongantíð liðug. Eftirspurningurin eftir tænastum og veitingum veksur saman við vælferðarsamfelagnum Føroyar, og tað er ikki altíð, at Almannaverkið megnar at fylgja við her og nú. Tær eru treytirnar, men á merkisdøgum, sum í dag, ber til at skoða aftur og fegnast um batar og betringar.
Tað ber til at fegnast um eldsálir, sum hava lagt sítt lívsverk í Almannaverkið, men kanska einamest hava lagt síni bestu ár og sína virðismiklu tíð, í teir borgarar, sum hava havt hjálpina og stuðulin fyri neyðini. Eldsálirnar eru nógvar og mangan hava tey stríðst eitt hart stríð fyri at flyta tænasturnar fram á leið.
Arbeiðið, sum eldsálirnar hava lagt eftir seg, er ikki burtur, tí í dag heysta vit fruktirnar av teirra framskygni. Í dag kunnu vit fegnast um ein nýmótans stovn, sum er virkisførur, opin og førur fyri at taka á seg dagsins sosialu uppgávur.
Almannaverkið vil ikki standa í stað, men fylgir við tíðini og teimum avbjóðingum, sum nútíðin støðugt bjóðar. Áhugi, vilji og hugur til betringar eyðmerkja í dag starvsfólkahópin í Almannaverkinum, sum saman við borgarum og áhugafelagskapum í uppbyggjandi kjaki, arbeiða fyri betringum, landi og fólki at frama.
Torføru umstøðurnar, sum eru íkomnar av heilsukreppuni, vísa styrkina í felagsskapinum og viljan í samfelag okkara at verja okkara veiku. Borgarar, avvarandi, áhugafelagsskapir, starvsfólk og landið alt standa í dag saman. Eisini um Almannaverkið.
Tíðindaskriv frá Almannaverkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald