2021-11-16 15:38

51 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í kanningum í gjár, 15. november. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Hóast hetta er talið av smittaðum farið niður - úr 474 í 450 - tí 75 av teimum, ið vóru skrásett sum smittað í gjár, ikki eru tað longur.
2628 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Fimm eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum, upplýsir corona.fo. Hetta eru somu tøl, sum í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald