Mentan

45.000 krónur til Almu Jensen

Steðgaði eftir tvær royndir á gekkahjólinum

2019-12-20 21:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú vit nærkast jólum eru óivað nógv, sum kundu hugsa sær nøkur oyrur afturat at keypt jólagávur fyri. Og helst vóru tey nógv sum í kvøld tóku av møguleikanum at spæla gekk.

Alma Jensen í Havn kom ígjøgnum við fullari plátu, og slapp at royna seg á gekkahjólinum. Gekkurin í kvøld var 1,4 millión krónur, og fyri at økja um møguleikan at vinna, valdi Alma at deila vinningin út á teir tríggjar leyparnar við 500.000 krónum á hvørjum.

Í fyrsta snari rakti Alma á 10.000 krónur, sum verður faldað við 50.000 krónur. Í øðrum snari rakti Alma á 45.000 sum varð faldað við trý og stóð við 45.000 krónum.

Alma hevði ein møguleika eftir at raka stóru upphæddina á 500.000 krónur, men valdi at steðga. Fyri 45.000 krónur fær Alma keypt nakrar jólagávur í øllum førum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder