Tá umsóknarfreistin var farin á midnátt 1. juli, hevði Lestrarskrivstovan fingið tilsamans 455 umsóknir um lestrarpláss á Setrinum.
Hetta skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari
Samanlagt hava 365 fólk søkt inn til tær tíggju bachelorútbúgvingarnar. Best umtókt eru sjúkrarøktarfrøði (79), læraraútbúgvingin (75) og námsfrøðingur (68)
84 ynska at taka Masterútbúgving - greitt tey flestu í "Leiðslu og Skipan" (48), og seks hava søkt inn á Hjánám. Tær 455 umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og tey, sum fáa tilboð um lestrarpláss, fáa boð frá Lestrarskrivstovuni í næstum.
Fult yvirlit sæst á setur.fo
Freistin er ikki farin til allar útbúgvingarnar enn. Talan er um bachelor í maskinfrøði, har frestin er 1. august, umframt ískoytisútbúgvingar hjá lærarum og námsfrøðingum, sum er 15. august. Harvið verður endaliga umsóknartalið fyri 2021 ikki greitt fyrr enn eftir tað.
35 umsóknir eru eisini komnar til diplomútbúgvingina í føroyskum sum annað mál, sum er eitt serligt samstarv millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, og sum ikki er partur av tølunum í samlaða yvirlitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald