Sesongin við ferðamannaskipum er av fyri árið í ár. 1.oktober vitjaði síðsta ferðamannaskipið, Hamburg, í Tórshavn og varð harvið sett punktum fyri hesa sesongina.
Í alt vóru 46 vitjanir frá ferðamannaskipum við 24.458 ferðafólkum umborð í ár. Nógv tey flestu skipini eru kendir gestir, sum hava vitjað áður. Summi av skipunum vitjaðu enntá fleiri ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstu ferð.
- Árið í ár gekk júst soleiðis, sum vit høvdu væntað. Trý skip avlýstu teirra komu, og tað er ikki nakað óvanligt, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen. Í maj mánaði valdi stóra ferðamannaskipið Borealis, við áleið 1000 ferðafólkum umborð, at avlýsa teirra komu. Annars hava hinar avlýsingarnar verið orsakað av veður.
Fyrstu skrásetingarnar í EPI dátugrunnin
Í februar mánaði gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI – Environmental Port Index. EPI er ein dátugrunnur, ið samlar tøl inn, ið siga nakað um umhvørvisdálking hjá ferðamannaskipunum. Av teimum 46 komunum vóru 37 skip, sum skrásettu teirra dátur í skipanina. Júst skrásetingin í ár var sjálvboðin. Framyvir verður tó krav hjá skipum, ið koma til Havnar, at skráseta teirra dátur í EPI-dátugrunnin.
Úr skrásetingini hjá skipunum, fáa skipini eitt stigatal. Tess hægri tal, tess betri. Miðaltalið fyri skrásetingina í ár er 36. Lægsta stigatal í ár er nýggju, meðan hægsta er 91. Hjá havnum, sum vit vanliga samanbera okkum við, liggur talið ímillum 40-47.
Útfrá stigatølunum hjá skipunum, ber eitt nú til at gera ávísar prís tillagingar. -Endamálið við EPI er at eggja reiðaríum og starvsfólkum umborð, ið hava við ferðamannaskipini at gera, at gerast meira tilvitað um teirra ávirkan á umhvørvið. Harvið eisini at gera neyðugar broytingar, sigur Hanus Mikkelsen.
Bókingar fyri ferðamannaskip liggja tvey til trý ár fram í tíðina. Hóast tað, verður skipanin sett í gildi við sesong byrjan 2025.
Serfrøðingar á gøtuni
Fyri at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, hava Tórshavnar havn og Visit Tórshavn í felag sett verkætlanarfólk í starv at taka sær av at samskipa økið. Hetta hevur millum annað havt við sær, at ein nýggj skipan varð sjósett í summar: Serfrøðingarnir í havnagøtum. Serfrøðingarnir eru pensjónistar og onnur, ið hava gingið í havnagøtum og vegleitt, tá ferðamannaskipini eru komin til Havnar.
- Vit vita frá bæði búgvandi, vitjandi og eisini handilsvinnuni, at serfrøðingarnir í havnagøtum hava gjørt stóran mun. Tey vita eina rúgvu um Havnina og Føroyar og kunnu skjótt vísa ferðafólkunum veg, tá ferðafólkini eitt nú spyrja eftir onkrari ávísari vøru. Vit trúgva eisini at júst hesi fólkini, eru ein týdningarmikil brikkur í at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, sigur Hanus Mikkelsen.
Ymiskt er hvør tørvurin er á Serfrøðingunum. Alt eftir hvussu nógv ferðafólk eru umborð á ferðamannaskipunum. Tó bjóða Tórshavnar havn og Visit Tórshavn øllum vælkomnum, sum hava hug at gerast partur av toyminum av Serfrøðingum í havnagøtum.
Spennandi tíðir fyri framman
Í septembur í ár vóru umboð fyri seks føroyskar havnir á ráðstevnu fyri ferðamannaskip í Malaga. Havnirnar høvdu felags bás undir nýggja samstarvinum Cruise Faroe Islands. Ætlanin við hesum samstarvinum er at veita og fáa íblástur frá hvørjum øðrum, eins og hetta er við til at skipa umstøðurnar fyri ferðamannaskip í Føroyum. Júst hvat meir ítøkiligt spyrst burturúr hesum samstarvinum, vil tíðin sjálvsagt vísa. Umboð fyri føroysku havnirnar undir Cruise Faroe Islands, møtast við jøvnum millumbili.
Higartil er boðað frá 52 komum næsta ár. Væntað verður at eini 30.000 ferðafólk koma at vitja Havnina. Fyrsta skip, ið vitjar komandi ár er Bolette, sum vitjar 30.apríl. Komandi ár verður væntandi seinastu ferð, at Tórshavnar havn tekur ímóti ferðamannaskipum, uttan nakran veruligan terminal. Tí gongst sum ætlað, so verður nýggi terminalurin, klárur til sesongina í 2026.
Tað ber til at síggja yvirlit yvir allar komurnar á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn, harumframt ber til at síggja komur hjá Tórshavnar havn, Runavíkar havn, Elduvík og Funning á heimasíðuni www.dokk.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald