placeholder
Innanlands

49 fráboðanir komnar í nátt og í gjárkvøldið

Tíbetur er eingin fráboðan um stóran skaða komin á alarmsentralin higartil, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-21 07:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá løgreglan gjørdi upp beint eftir klokkan sjey í morgun vóru 49 fráboðanir um skaðar komnar inn.

- Lukkutíð er ongin av hesum stórur skaði, tó onkur tekja og húsaklædningur byrjaðu at loysna, sigur løgreglan.

Vakthavandi á politistøðini upplýsir í morgun, at flestu fráboðaninar eru komnar í miðøkinum, har 27 fráboðanir eru komnar. 16 fráboðanir eru úr norðurøkinum og seks úr suðurøkinum.

Sumt kemur heldur ikki inn til løgregluna, tí fólk venda sær beinleiðis til sløkkiliðini. Eitt nú er tjaldið hjá timburdeildini á Glasi er farið við nógva vindinum.

Sambært veðurforsøgnunum, minkar vindurin út á dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder