Innanlands

5 ára hátíðarhaldið hjá Granskarasetrinum iNOVA

Fimm ár síðani iNova byrjaði

2018-06-21 12:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við at 5 ár eru liðin, síðan virksemið byrjaði á Granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Havn, verður skipað fyri hátíðarhaldi í dag, tann 21. juni, frá klokkan 13.00 til 16.00. 

Á skránni eru millum annað røður um upprunan til iNOVA, virksemið í dag og framtíðarvónirnar hjá granskarasetrinum.

Millum tey, sum halda røðu, eru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Jógvan Jespersen, nevndarformaður í iNOVA og Regin Weihe Dalsgaard, sum var ein av stovnarunum av iNOVA.

Gutti Winther borðreiðir við brellbitum, og tey, sum dagliga starvast í iNOVA fara at greiða frá teirra arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder