Uttanlands

50 ár síðani mánalendinginina

20. juli í 1969 traðkaði Neil Armstrong sum tann fyrsti nakrantíð á mánan

(Mynd: history.com)

(Mynd: history.com)

2019-07-20 09:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1961 segði táverandi amerikanski forsetin, John F. Kennedy, at USA skulu miða eftir at hava ein mann á mánanum, áðrenn 1960'ini vóru av. Tað gekk relativt skjótt, tí átta ár seinni lendu tveir mans, Neil Armstrong og Buzz Aldrin har. Michael Collins var eisini partur av túrinum upp til økið, men kom ongantíð á mánan.

USA kappaðist við Sovjetsamveldið um størst framgongd í rúmdini. Sovjet hevði fyrsta djórið (hundin Leika) og fyrsta menniskja (Jurij Gargarin), men USA og NASA vóru uppsett uppá at fáa fyrsta menniskja á mánan. 16. juli fór Apollo 11 frá Kennedy Space Center, og fýra dagar seinni lendi tað á mánanum, og boðini til Houston vóru: "The Eagle has landed" - Ørnin, ið Apollo 11 varð kallað, var lend

Eftir nakrar tímar traðkaði Neil Armstrong út og segði kendu orðini: "One small step for (a) man, one giant leap for mankind" - eitt lítið fet fyri ein mann, eitt stórt lop fyri mannaættina. Ímeðan hetta hendi fylgdu hundraðtals milliónir við í sjónvarpi og útvarpi. 

Buzz Aldrin fylgdi eftir 19 minuttir seinni, og mennirnir gjørdu nakrar fáar vísindaligar royndir, tóku nakrar myndir, plantaði amerikanska flaggið á jørðina á Mánanum og tosaðu við Richard Nixon, forseta. Síðani fóru teir aftur í rúmdarfarið, hittust við Collins og lendu aftur í USA fýra dagar seinni.  

Um roknað verður eftir dagsins virði vóru áleið 100 milliardir amerikanskir dollarar nýttir til til Apollo-ætlaninai. Amerikumenn lendu fimm ferðir afturat á Mánanum - seinast í 1972. Neil Armstrong doyði í 2012 - Buzz Aldrin livir enn. 

Kelda: History.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder