2020-05-07 16:25
Svimjihøllin í Gundadali í Havn letur uppaftur leygarmorgunin. Men tað verður við avmarkingum, tí í mesta lagið sleppa 50 fólk inn í senn. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Tað verður heldur ikki við somu uplatingartíðum sum áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í verk.
Eisini eru tað fleiri tænastur, sum ikki verða tøkar her í fyrstuni. Tað snýr seg um hitarúmið, gosbaðið og kalda karið.
Rátt verður eisini til, at vitjandi fylgja ásetingunum um fjarstøðu og reinføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald