Tað var Eyðbjørn Hansen av Langasandi, sum í kvøld ringdi inn til Gekkin við fullari plátu, og skuldi royna at gera Einari Thorsteinsson, sum seinasta fríggjakvøld vann 1,1 millión, kynstrinum eftir.
Eyðbjørn Hansen valdi at deila Gekkin, sum í kvøld var 2,2 milliónir, í trý, og setti harvið 750.000 krónur á hvønn leyp.
Hann byrjaði væl, og lendi í fyrsta snari á 50.000. Hetta gav honum 150.000 krónur.
- Eg havi altíð lovað mær sjálvum, at um eg kom har til, skuldi eg royna allan vegin. So tað gera vit, segði Eyðbjørn og royndi seg einaferð afturat.
Í øðrum snari lendi hann á 40.000, og faldað við tvey gav tað Eyðbirni 80.000 krónur. Men í royndini at vinna 750.000 krónur var snarað eina seinastu ferð.
Og hóast tað ikki bleiv til tað stóru upphæddina, gjørdist Eyðbjørn heilar 50.000 krónur ríkari í kvøld.
- Hatta er fínasta slag, vóru orðini av Langasandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald