Innanlands

52 hvalir løgdu beinini í Kollafirði: Seðlarnir koma út klokkan 22

Grindin, sum legði beinin á Oyrareingjum einnapartin, verður býtt í drápspartar. Samlaða talið gjørdist nakað hægri enn fyrst mett. 52 hvalir løgdu beinini

(Mynd: Jn.fo

(Mynd: Jn.fo

2021-09-22 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta metingin ljóðaði upp á 10 til 15 hvalir, sum løgdu beinini á Oyrareingjum seint seinnapartin.

Men endaliga talið gjørdist væl hægri. Talan var um 52 hvalir, sum vórðu hildnir til á Oyrareingjum.

Skift verður í drápspartar, og seðlarnir koma út á keiini á Oyrareingjum klokkan 22 í kvøld.

Grindin varð funnin í Tangafirði, og rikin inn á Kollafjørð. Sagt verður, at tað eru 40 ár síðani at grind seinast varð hildin til á Oyrareingjum.

[object Object](Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder