2021-04-22 17:28

Tað er ikki óvanligt, at løgreglan tekur nummarplátur, og nú eru 527 mál um plátumiss latin løgreglustøðunum kring landið. Tað er í dag, 22. apríl, at Akstovan hevur í dag latið løgregluni málini um vegskattaeftirstøður.
Hetta skrivar Akstovan á heimasíðu sínari.
Nú er tað upp til løgregluna at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2021.
Sambært Kringvarpinum hava bileigararnir fingið tvey áminningarskriv um eftirstøðu frá Akstovuni, og um eigarin ikki kann vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, so tekur løgreglan nummarspjøldrini av akfarinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald