
30. desember vórðu fyrstu prikini givnir til starvsfólk í heilsuverkinum. Tá vórðu samanlagt 120 fólk koppsett fyrru ferð á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Koppsetingin varð tikin upp mánadagin, og í gjár vórðu 187 koppsett fyri COVID-19. Hesum boðar Sjúkrahúsverkið frá.
Tilsamans eru 550 fólk nú koppstt í Føroyum. Hetta talið verður eftir ætlan tvífaldað, áðrenn vikan er av. Sjúkrahúsverkið væntar, at tá hava útvið 1200 fingið prik.
Hildið verður á at koppseta hesa vikuna, til einki koppingarevni er eftir í landinum. Næsta sending við koppingarevni kemur møguliga mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald