Innanlands

60 søgur komu inn til stuttsøgukapping

Kappingin, sum varð fyriskipað í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, hevði til endamáls at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og skrivaða orðinum – Vinnandi høvundarnir verða avdúkaðir 1. mai

Mynd: Bókasavnið við Løkin

Mynd: Bókasavnið við Løkin

2021-04-09 21:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur verið skipað fyri stórari stuttsøgukapping við tí endamáli at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skrivaða orðinum.

Freistin at senda inn stuttsøgur er nú farin, og staðfestast kann, at áhugin fyri at luttaka hevur verið sera stórur, tí yvir 60 stuttsøgur komu inn.

Kappast verður í tveimum bólkum: stuttsøgur ætlaðar børnum og ungum, og stuttsøgur ætlaðar ungum og vaksnum.

Vinnandi rithøvundurin í hvørjum bólki fær 8.000 krónur í virðisløn.

Bóksavnið við Løkin skrivar í tíðindaskrivi, at dómsnevndin nú fer at meta um allar søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai.

Á Mentanarvikuni í ár verður varpað ljós á føroyska málið, og umframt stuttsøgukappingina við kveikingardegi og skriviskeiði, vera rithøvundakvøld, fyrilestrar, bókaframløgur, skeið í framburi og nógv annað á skrá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder