91 fólk eru smittað við koronavirus í løtununi, vísa nýggjastu tølini hjá Heilsumálaráðnum í morgun.
Í løtuni eru í alt 64 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna, meðan samanlagt 155 fólk hava fingið staðfest koronavirus.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Í uppgerðini fyri í gjár vóru eisini tveir persónar innlagdir í sambandi við koronavirus, men nú er annar persónurin útskrivaður.
507 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald