Innanlands

64 søkt til nýggju vetrarupptøkuna

Av hesum sleppa 25 at byrja at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum í januar. Umsøkjarar fáa svar um fimm dagar

2021-11-18 18:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tørvurin á sjúkrarøkatfrøðingum er stórur, og fyri at nøkta hendan tørvin gjørdi landsstýrið fyrr í heyst av, at Fróðskaparsetur Føroya skuldi taka lesandi inn tvær reisir árliga, á vetri og sumri.

Les eisini: Verða pláss fyri næstan tvífalt so nógvum sjúkrarøktarfrøðilesandi hvørt ár

Fróðskaparsetrið boðar í dag frá, at nú fyrsta umsóknarfreistin er farin til nýggju vetrarupptøkuna, eru 64 umsóknir komnar.  Av teimum 64 umsøkjarunum hava 49 søkt gjøgnum kvotu 2 og 15 gjøgnum kvotu 1. 

25 lestrarplássini eru tøk, og umsóknirnar verða nú viðgjørdar, Lestrarskrivstovan fer at senda umsøkjarunum svar um upptøku týsdagin 23. november, skrivar setur.fo.

2022 verður fyrsta ár, har tað í Føroyum verður tikið inn til sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina tvær ferðir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder