Innanlands

Verður pláss fyri næstan tvífalt so nógvum sjúkrarøktarfrøðilesandi hvørt ár

Nú verða 25 lesandi tikin inn í januar eisini, og longu í morgin ber til at søkja inn til at byrja í januar 2022, boðar Fróðskaparsetur Føroya frá. Hetta fer at styrkja og lyfta vælferðarøkið, sigur landstýrismaðurin í heilsumálum

2021-09-30 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað stendur svart uppá hvítt í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram fyrrapartin: Játtanin til Setrið verður uppraðfest fyri at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi.

- Hetta eru góð tíðindi, og tað styrkir vælferðarøkið. Tað gleðir tað meg almikið, at vit nú raðfesta hesa útbúgvingina, og at vit longu í januar kunnu seta við og bjóða 25 nýggjum lesandi pláss á útbúgvingini. Hetta fer at lyfta vælferðarøkið enn meira, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum skrivar, at fyrireikingararbeiðið er farið í gongd, og ætlanin er, at umsóknarbløð og annað tilfar skal verða klárt á heimasíðuni í morgin.

- Okkara vælferðarsamfelag verður mett eftir, hvussu vit taka okkum av menniskjum, sum hava likamligar ella sálarligar avbjóðingar. Tá vit tosa um vælferðartænastur og góða røkt, so er tann sjúki í serligari støðu og hevur brúk fyri serligari røkt. Ein fakbólkur, sum skal til, eru okkara sjúkrarøktarfrøðingar, sum eg havi so sera stóra virðing fyri, sigur Kaj Leo Holm Johannesen við setur.fo

Tað verða 25 nýggj lestrarpláss tøk á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og lesturin byrjar í januar. Hetta merkir, at upptøkan av sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetri Føroya næstan tvífaldast til umleið 50 um árið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder