Innanlands

650.000 krónur til sjey leiklistaverkætlanir

Hetta er av játtanini til yrkisleiklist í 2020. Leiklistaráðið hevur viðgjørt innkomnu umsóknirnar og gjørt tilmæli til landsstýrismannin

Stovnararnir av opera.fo, Annfinnur Heinesen, leikstjóri (t.v) og Birita Adela Davidsen, verkætlanarleiðari (t.h) - tað er opera.fo, ið hevur fingið størsta stuðulin. Hann er á 183.348 krónur og er til teaturkonsertina Soriée Fantastique (Mynd: opera.fo)

Stovnararnir av opera.fo, Annfinnur Heinesen, leikstjóri (t.v) og Birita Adela Davidsen, verkætlanarleiðari (t.h) - tað er opera.fo, ið hevur fingið størsta stuðulin. Hann er á 183.348 krónur og er til teaturkonsertina Soriée Fantastique (Mynd: opera.fo)

2020-03-31 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur kunngjørt, at sjey leiklistaverkætlanir hava fingið samanlagt 650.000 krónur í stuðli.

Talan er er um játtan til yrkisleiklist í 2020, har endamálið er at menna yrkisleiklistina.

Heimasíðan ummr.fo skrivar, at stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórn, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir hava nú fingið stuðul:

  • opera.fo, v/Birita Adela Davidsen: Teaturkonsert – kr. 183.348
  • Leikhús Skift v/ Maritu Dalsgaard: Dýpið – 150.000 kr.
  • Durita Sumberg Poulsen: Løsrivelsen – Et requiem for Rigsfællesskabet – 100.000 kr.
  • Rúna Volmarsdóttir Højgaard: RIVA 2020, dansiframførsla – 100.000 kr.
  • Mæja: SJÁLV – 53.000 kr.
  • Gunnvá Zachariasen: Richard III – 50.000 kr.
  • Gunnvá Zachariasen: Skýmingarløtur við William Heinesin – kr. 13.000

Opera.fo hevur fingið størsta stuðulin. Han er til l til “Soriée Fantastique”, sum er ein klassisk teaturkonsert við fjølbroyttum sangi, sjónleiki og tónleiki. Hetta er onnur verkætlan hjá Opera.fo, sum í 2018 framleiddi kamaroperuna Dagbókin hjá Leporello, sum var bygd á Don Giovanni hjá Mozart. Birita Adela Davidsen er verkætlanarleiðari.

Leikhús Skift, ið hevur fingið 150.000 krónur ætlar at seta upp íslendska einmansleikin Dýpið eftir Jón Atla Jónasson. 

Tilsamans komu tíggju umsóknir og søkt varð um 1,4 milliónir krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder