Innanlands

678 børn fødd á Landssjúkrahúsinum í 2021

326 gentur og 352 dreingir, harav seks pør av tvillingum

Tá eitt barn verður føtt, kunnu foreldrini markera føðingardagin við at seta eina nál á føðitalvuna, sum hongur í gongini á føðideildini. Flest øll foreldur nýta hetta høvi. Reytt fyri gentubørn, blátt fyri dreingjabørn, tvær nálir fyri tvillingar. Silvurstjørnu fyri tey børnini, sum ikki liva (Mynd: Landssjúkrahúsið)

2022-01-21 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í fjør vórðu nógv børn fødd á Landssjúkrahúsinum, vísir uppgerðin sum sjúkrahúsið hevur lagt á sín Facebook-vanga í dag.

678 børn vóru fødd á Landssjúkrahúsinum í 2021, sum er neyvt tað sama sum í 2019. Annars hevur talið á føddum børnum árliga verið støðugt.

Tilsamans vigaðu børnini, sum vóru fødd í fjør 2.522 kilo, sum gevur eina miðalvekt uppá áleið 3,719kg.

244 kvinnur fingu sítt fyrsta barn.

2021: 678

2020: 675

2019: 678

2018: 680

2017: 656

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder