682 hvalir løgdu beinini í 2019

Tað vóru tólv grindadráp í fjør

2020-03-25 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hagstova Føroya hevur gjørt tølini upp fyri grindadráp í 2019.

Samanlagt doyðu 682 hvalir í fjør. Tað vóru 12 ymisk grindadráp. Tað eru 58 hvalir og tvey dráp fleiri enn í 2018.

Talan var um 4.675 skinn. 

Hagtølini síggjast her - har síggjast tøl aftur til 1952, har sera nógvir hvalir doyðu.

Metárið í Føroyum er 1981, har beint undir 3.000 hvalir løgdu beinini í 19 grindadrápum. Met fyri hvussu nógvar grindir hava verið er 21 - tað kom fyri tvær ferðir í 1980'unum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder