
Um 1.100 fólk eldri enn 74 ár hava bókað sær tíð til koppseting, síðani bókingarskipanin lat upp aftur eftir páskir. Nú verður aldursmarkið aftur sett niður.
Í gjárkvøldið kom nýggj sending við umleið 4.000 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech við flogfarinum, og í dag er koppsetingin tikin uppaftur á teimum trimum sjúkrahúsunum. Væntandi verða eini 700 fólk koppsett í dag.
Nú verður skipanin latin upp fyri øllum, sum eru 70 ár ella eldri. Koppsetingin heldur fram í næstu viku, og so leingi koppingarevni er í landinum.
Til ber at bóka tíð á corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald