Innanlands

700 fólk í sóttarhaldi í Føroyum

Hava verið í samband við onkran av teimum 58 fólkunum sum hava fingið staðfest koronavirus

Hotel Vágar verður millum annað brúkt sum koronahotell (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hotel Vágar verður millum annað brúkt sum koronahotell (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-18 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heilsumyndugleikarnir hava nú dagført talið av teimum, sum eru í sóttarhaldi orsakað av koronavirusinum.

Talið er umleið 700, verður sagt. Hetta eru fólk, sum hava verið í samband við onkran av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna.

Nýggjastu tølini siga at 58 fólk hava fingið staðfest covid-19 og 933 fólk eru kannað. Ein persónur er higartil blivin frískur.

Sí tøl niðanfyri:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder