2021-05-28 20:33
Tað var Kjarta Jacobsen, sum í kvøld ringdi inn til Gekkin við fullari plátu. Ein trúfastur spælari, men hevði ikki roynt tað fyrr, greiddi hon frá.
Ein skuldi annars trúð, at hon hevði roynt tað fyrr, tí væl lá fyri. Í fyrsta snari var hon fáar seymir frá reyða leypinum, og fekk 10.000 krónur í boðið. Tað var ikki nokk hjá Kjartu, sum hevði deilt tær 200.000 út í leyparnar, og valdi at royna enn einaferð.
Tá eydnaðist hjá óroynda gekkaspælaranum á Argjum. Hon lendi á reyða leypinum, og vann 70.000 krónur.
Úr øgiliga róminum í telefonini hoyrdist hon siga: “Hetta var super”.
Super fríggjakvøld hjá Kjartu Jaobsen. Næsta fríggjakvøld verður gekkurin 150.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald