Innanlands

Føroyar og Bretland styrkja samstarvið við nýggjum samstarvsskjali

Í gjár undirritaðu  Føroyar og Bretland eitt samstarvsskjal, sum skal nútímansgera og víðka politiska samstarvið millum londini og skapa grundarlag fyri menning á fleiri týðandi økjum..

Bretskur ráðharri í uttanríkismálum og føroyski starvsbróðurin taka lógvatak fyri samstarvsavtalu millum londini. Mynd: Ólavur Frederiksen

Bretskur ráðharri í uttanríkismálum og føroyski starvsbróðurin taka lógvatak fyri samstarvsavtalu millum londini. Mynd: Ólavur Frederiksen

2026-11-26 12:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vóru Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, sum undirritaðu samstarvsskjalið í Tinganesi.

Samstarvsskjalið er ein framkomin karmur fyri viðurskiftini landanna millum og skal virka sum ein felags pallur fyri at menna sínámillum samstarvið. Samstarvsskjalið fevnir millum annað um øki sum handil, mótstøðuføri og trygd, hav og fiskivinnu, veðurlag og orku, flutning og fjarskifti, gransking, útbúgving og mentan.

Eg fegnist um, at vit nú hava sett hesa felags kós fyri samstarvið frameftir. Bretland er okkara næsta grannaland og hevur altíð verið ein týðandi samstarvspartur hjá Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit støðugt menna og styrkja okkara viðurskifti. Við hesum samstarvsskjali skapa vit betri fortreytir fyri at arbeiða miðvíst við teimum økjum, har vit hava felags áhugamál skrivar Uttanríkisráðið á síni heimasíðu.
 
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður: -Eg fegnist um, at vit nú hava sett hesa felags kós fyri samstarvið frameftir. Bretland er okkara næsta grannaland og hevur altíð verið ein týðandi samstarvspartur hjá Føroyum. Tí hevur tað stóran týdning, at vit støðugt menna og styrkja okkara viðurskifti. Við hesum samstarvsskjali skapa vit betri fortreytir fyri at arbeiða miðvíst við teimum økjum, har vit hava felags áhugamál. 

[object Object]Løtan tá samstarvsskjalið var undirskrivað í Tinganesi í gjár, har bretska sendikvinnan í Danmark og føroyska sendikvinnan í London seinastu árini vóru hjástæddar. Mynd Jan Müller

Samstarvsskjalið, sum varð undirritað á enskum, kann lesast her.

Føroyska týðingin kann lesast her.

Á vitjan síni í Føroyum skal Lord Wood, umframt at hava fund við landsstýrismannin í uttanríkismálum- og fiskivinnumálum, eisini hitta løgmann. Í morgin leggur hann vegna Bretland ein krans við Minnisvarðan í Viðarlundini í Havn til minnis um teir føroyingar, sum lótust á sjónum undir seinna heimsbardaga. Eisini verður vitjað hjá Vørn, á Krígssavninum og hjá Atlantic Airways.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder