Innanlands

701 nýggir koronutilburðir

Framvegis eru fimm innløgd av koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-11 16:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rættiliga støðugt heldur talið á positivum í løtuni sær upp ímóti 5000 fólkum. Í løtuni eru tað 4.793 fólk, sum eru positiv við koronu.

701 nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár í 1269 kanningum. 608 fólk eru staðfest frísk aftur síðani dagføringina í gjár.

Enn eru nógv sum eru innløgd við koronu, tað taæið er nú komið upp á 23 fólk. Men harav eru fimm fólk, sum eru innløgd av koronu. Hini 18 eru innløgd av aðrari orsøk, men eru testað positiv.

Les eisini: Annar hvør havt koronu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder