Innanlands

740 hava skrivað undir mótmæli

Hetta er á alnótini - væl fleiri hava allarhelst eisini skrivað í handlunum í Suðuroy, har stór ónøgd er stór um avloysaraskipið hjá Smyril

2019-09-25 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Okur mótmæla verandi tænastustøði og viðurskifti hjá ferðandi og farmaflutningi. Okur krevja eitt fast og nøktandi avloysaraskip til leiðina.

Hetta eru nøkur av punktunum, ið verða sett fram á wechange, har mótmæli er orðað mótvegis Strandferðslini viðvíkjandi Suðuroyarleiaðini.

Les eisini: 
Mótmæla órøkt av Suðuroyarleiðini

Síðani Prince kom í sigling leygarmorgunin hava nógvir trupulleikar verið. Í gjár skrivaði VP, at Prince í seinasta mánaði siglingarforboð eftir, at trupulleikar vóru við høvuðsmotorinum tann 12 august. Longu dagin eftir var skipið tó aftur í sigling. Í juli varð skipið afturhildið av PSC í Igoumenitsa í Grikkalandi orsakað av 12 feilum við tí. Skipið var frígivið eftir 7 dagar sambært Norwegian shipping. 

Prince: Seinkingar og ónøgd

Sambært in.fo er mótmæli komið í handlarnar í oynni, so fólk fáa skriva undir har eisini. Í gjár var aftur ónøgd um Prince, tí hann var áleið hálvan annan tíma seinkaður úr Havn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder