Innanlands

75 ára minningarhaldið útsett

Fríggjadagin skuldi eftir ætlan hátíðarhaldast, at tað eru 75 ár liðin, síðani 2. veraldarbardagi endaði, og bretska hersetingin í Føroyum var av

Til tíðir vóru 8000 bretskir hermenn í Føroyum. Hersetingin vardi beint yvir fimm ár (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Til tíðir vóru 8000 bretskir hermenn í Føroyum. Hersetingin vardi beint yvir fimm ár (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2020-05-05 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár hátíðarhildu danir, á tann hátt ið tað ber til undir verandi umstøðum, at týska hersetingin endaði 4. mai 1945, og at annar veraldarbardagi stutt seinni var av.

Fríggjadagin 8. mai skuldi landsstýrið, í samstarvi við Tórshavnar kommunu, skipa fyri stórum minningarhaldi í Havn. Hetta í samband við, at friður varð lýstur í Evropa 8. mai 1945, og at bretska hersetingin í Føroyum endaði um hetta mundið.

Løgmansskrivstovan boðar í dag frá, at hátíðarhaldið fyribils er útsett, tí tað ikki verður mett ráðiligt at skipa fyri hátíðarhaldi og tiltøkum, meðan koronafarsóttin herjar. Um umstøðurnar loyva tí, verður minningarhaldið eftir ætlan seinni í ár.

Ætlanin var, at bretski sendiharrin í Keypmannahavn og bretskur ráðharri skuldu luttaka á hátíðarhaldinum, og vitja onnur støð í Føroyum, sum høvdu stóran týdning undir krígnum. Somuleiðis var ætlanin, at fleiri tiltøk skuldu verða dagarnar kring tann 8. mai - í Havn og aðrastaðni, skrivar Løgmansskrivstovan.

Bretska hersetingin í Føroyum varð kallað Operation Valentine og vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Stundum vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder