Innanlands

84 kanningar seinasta samdøgrið: Allar negativar

Tvær vikur eru síðani seinastu koronatilburðirnir í Føroyum, og tað eru einastu aktivu tilburðirnir

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-06 10:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna.

Hetta skrivar Heilsumálaráðið, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

84 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. Eingin tilburðir er staðfetur síðani 22. apríl. 8241 kanningar eru samanlagt gjørdar.  

Í løtuni eru 185 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna, upplýsir Heilsumálaráðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder