Innanlands

855 børn í Tórshavnar kommunu aftur á stovn mánadagin

Í høvuðsstaðnum er tørvurin at fáa børnini á stovn aftur stórur, og 40 prosent av børnum fara aftur á stovn í næstu viku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-17 23:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tørvurin hjá foreldrum at fáa børnini á stovn aftur í Tórshavnar kommunu er lutfalsliga stórur. Dagstovnarnir lata uppaftur mánadagin, tá ið 855 børn fara aftur á stovn. Hetta svarar til umleið 40 prosent av børnunum á dagstovnunum í kommununi, skrivar Tórshavnar kommuna í kvøld.

Flestu stovnar hava síðstu vikurnar havt sonevnda neyðansing. Nú verður virksemið víðkað samsvarandi smittufyribyrgjandi tilráðingunum í vegleiðingini, ið Koronaráðgevingin hevur latið dagstovnunum.

Eindarleiðararnir saman við dagstovnaleiðarunum og teirra starvsfólkum hava síðstu dagarnar fyrireikað stovnarnar til at taka ímóti børnunum í tryggum kørmum. At ikki øll børn koma aftur á stovn í einum ger, at til ber at skipa námsfrøðiliga virksemið í rúmligari umstøðum enn vanligt.

Eindarleiðararnir hava verið í drúgvum samskifti við stovnsleiðararnar til tess at tryggja sær, at allir dagstovnarnir eru til reiðar at lata upp mánadagin, og tað eru teir, sigur kommunan.

Koronaráðgevingin hevur eisini latið gera vegleiðing til foreldur at børnum, sum skulu í skúla ella dagstovn.

Samfelagið letur spakuliga uppaftur. Hetta letur seg gera, tí at námsfrøðingarnir og hjálparfólkini á dagstovnaøkinum taka eitt eyka tak.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder