– Í dag hava vit latið 855 børn farið aftur á dagstovn. Hetta er ein stór ábyrgd at leggja á leiðslurnar og á starvsfólkini. Hetta er eisini ein stór ábyrgd at leggja á foreldrini og kommuna, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu á tíðindafundi fyrrapartin.
Borgarstjórin heitti í hesum sambandi á landsins myndugleikar um at herða eftirlitið og krøvini til ferðandi, sum koma til Føroya.
– Tað er ongantíð so umráðandi sum júst nú, nú vit lata varisliga upp aftur. Alt annað er óforsvarligt, segði hon.
Les eisini: Annika Olsen: Bannið ferðamannaskipum at koma í ár
Tórshavnar kommuna skipaði í farnu viku fyri tilmelding, so til bar hjá einstaka dagstovninum at fyrireika tilboðið, og útfrá hesum hevur kommunan mett, at uml. 40 prosent av øllum børnunum eru farin aftur á dagstovn í dag – 855 av uml. 2.200 børnum.
Hetta vísir, at stórur tørvur hjá foreldrum er á at fáa børnini ansað, so tey kunnu fara aftur til arbeiðis, segði Annika Olsen, sum vísti á, at tað er møguligt at loysa uppgávuna, tá talið ikki er hægri enn 40 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald