Innanlands

865 milliónir krónur útgoldnar í lønum í oktober

Tað eru 23 milliónir færri enn í oktober í fjør, sigur Hagstovan – Vøksturin tykist at vera steðgaður upp hjá bæði kvinnum og monnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-11-16 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í oktober vórðu góðar 865 mió. krónur útgoldnar í lønum, og tað eru 23 mió. færri í mun til sama mánað í fjør.

Sambært Hagstovuni er vøksturin í lønarútgjaldingum steðgaður upp – bæði hjá kvinnum og monnum.

Ein lítil vøkstur er tó í lønarútgjaldingunum í almennu og privatu tænastuvinnuni, meðan vøksturin er steðgaður upp í byggivinnuni og fiskivinnuni.

Í oktober fingu menninir góðar 534 mió. krónur útgoldnar, meðan kvinnur fingu góðar 331 mió. krónur. Sama tíðarskeið í fjør fingu menninir góðar 562 mió. krónur útgoldnar, meðan kvinnurnar fingu 325 mió.

Meira sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder