Innanlands

875 milliónir útgoldnar í lønum í februar

Talan er um 17 milliónir krónur færri enn í februar 2020 – Menn forvunnu 35 milliónir færri enn í fjør, meðan kvinnurnar forvunnu 18 milliónir meira

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2021-03-15 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar mánað vórðu 875 mió. krónur útgoldnar í lønum í Føroyum.

Sambært Hagstovuni er vøksturin í lønarútgjaldingunum nærum steðgaður upp, og upphæddin, sum varð útgoldin í februar var 17 mió. færri enn í sama mánað í fjør.

Menninir forvunni 548 mió. krónur í februar, meðan kvinnurnar forvunnu 327 mió.

Menninir forvunnu 35 mió. færri enn í februar 2020, meðan kvinnurnar forvunnu 18 mió. meira.

Vøkstur hómast framvegis í greinini "almennari o.a. tænstu" og í privatu tænastuvinnunum, meðan vøksturin er steðgaður upp í byggivinnuni og fiskivinnuni.

Les eisini: Talið á løntakarum í februar áleið tað sama sum í 2020


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder