Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar aftur. Seinastu mánaðirnar hevur hesin vøksturin tó verið avtakandi.
Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari, nú tølini fyri november eru gjørd upp. 911 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í síðsta mánaða - í november í 2020 var hetta talið 864 milliónir.
Í mun til kyn, so áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum í november. Hetta svarar til góð 60 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru um 35 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør.
Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru um 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram, tó ikki við somu ferð sum áður - hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar nú aftur eftir eitt ár í stillstøðu.
Trendurin vísir, at lønargjaldingarnar í "almennari o.a. tænastu" nú ikki vaksa við somu ferð. Í "privatu tænastuvinnunum" vaksa lønargjaldingarnar nú skjótari enn áður, meðan í "byggivinnu o.a. tilvirking" minka lønargjaldingar.
Talið av løntakaranum í november var 27.513- hetta eru beint yvir 300 fleiri enn fyri júst einum ári síðani.
Les meira: 27.513 løntakarar í november
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald