87% av øllum yvir 60 ár búgva í egnum sethúsum og 6% í egnari íbúð. Hetta sæst í nýggjari frágreiðing.
Eldraráðið í Tòrshavnar kommunu hevur latið gera eina sera áhugaverda gallupkanning millum tey 60 til 75 ára gomlu um framtíðar bústaðarviðurskifti o.a. Kanningin varð gjørd í september í fjør.
Kanningin er sera áhugaverd og umfatar bústaðarviðurskifti nú og í framtíðini, frítíð og tilboð, heilsu, arbeiði og inntøku og endurvenjing. Kanningin vísir, at fólk eru væl fyri, kropsliga, sálarliga og fíggjarliga.
Kanningin vísir, at 87 prosent av øllum yvir 60 ár búgva í egnum sethúsum og 6% í egnari íbúð. Tá spurt verður, hvussu hesi høvdu hugsað sær at búð um 5 ár, so siga 62% at tey høvdu framhaldandi viljað búð í egnum sethúsum, 14% í egnari íbúð og 13% í leiguíbúð ella lutaíbúð.
Eitt sindur av muni er á kynunum í hesum spurninginum, tí 3% fleiri menn enn kvinnur ynskja at búgva í egnum sethúsum, meðan 4% fleiri kvinnur ynskja at hava egna íbúð.
Tá spurt verður, hvussu hesi høvdu viljað búð um 10 ár, so er talið á teimum, sum ynskja at búgva í egnum sethúsum, minkað niður á 42%. Nú vilja 18% í egna íbúð, 14% í leiguíbúð, 4% í ráðhús og 8% í eldrabúfelagsskap.
Kanningin vísir sostatt, at við árunum vilja fleiri flyta í eigaraíbúð ella leiguíbúð.
Kanningin vísir eisini, at Í Tórshavnar kommunu eru 92 prosent av øllum millum 60 og 62 ár til arbeiðis, og so fellur arbeiðsstyrkin púra nátúrliga við aldrinum. Merkisvert er tó, at av øllum, bæði kvinnum og monnum, millum 60 og 75 ár, eru 62% støðugt á arbeiðsmarknaðinum.
Hetta sæst eisini aftur í heilsustøðuni. Á einum stiga frá 1 til 7, har 7 er sera góð kroppslig heilsustøða, liggja tey eldru við einum meðaltalið uppá 5,7. Verður spurt um sálarliga heilsustøðu er støðan uppaftur betri við einum meðaltali uppá 6,4.
Tórshavnar kommuna
Innanlands
93 prosent av teimum eldru búgva í sínum egna
Tey 60 til 75 ára gomlu í kommununi eru spurd um bústaðarviðurskifti
2020-02-28 19:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald