Innanlands

95 fráboðanir um vindskaðar komu til løgregluna í gjár

Og tilburðirnir hava heilt vist verið nógv fleiri

Tekjan reiv á skúlanum á Giljanesi. Her hava tey spent eina nót útyvir (Mynd: jn.fo)

Tekjan reiv á skúlanum á Giljanesi. Her hava tey spent eina nót útyvir (Mynd: jn.fo)

2020-03-01 09:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði úr at gera við at taka ímóti fráboðanum um vindskaðar í ódnarveðrinum í gjár.

Løgreglan tók ímóti ikki færri enn 95 fráboðanum frá klokkan hálvgun átta í gjáramorgunin til klokkan eitt í nátt.

Eftir klokkan eitt stilnaði av, og restin av náttini var friðarlig hjá løgreglufólkunum.

- Eg kann bara siga tær, hvat kom inn til okkara. Men eg eri vísur í, at tað hava verið nógvir vindskaðar, sum vit á løgreglustøðini ikki hava fingið fráboðan um. Eg veit, at tað eru nógv fólk, kanska mest á smáplássum, sum heldur ringja beinleiðis til fólkini íbjargingarfelagnum at leita sær hjálp, heldur enn at ringja til okkara fyrst.

- So tað er ómøguligt hjá mær í dag at siga júst hvussu nógvir vindskaðar vóru í gjár og í gjárkvøldið, sigur Bjarni Nattestad, vaktleiðari hjá løgregluni.

Ógvuligastu fráboðanirnar í gjár komu úr Vágum, Havn, Strondum og Klaksvík. Fleiri tekur hava rivið og onkrastaðni er onkur trom farin omanav.

Í Vágum reiv tekjan á skúlanum á Giljanesi, í Sandavági hendi skaði á vakstrarhúsið og í Sørvági tekjan á Svimjihøllini.

Á Selatrað loysnaði ein flótibrúgv og í Hvalba sleit ein aliflaki.

Í Klaksvík fóru eisini fleiri tekjur og onkur yvirtrom. Eitt nú fór ein partur av tekjuni í gomlu Spaniastovu, meðan Rani Nolsøe hevði útgávukonsert.

Sí upptøkur av hendingini á Norðlýsinum 

Í Havn hevur kommunan stongt ein part av ringvegnum úti við Strond, tí eyrur og annað tilfar er skolað og fokið heilt niðan á vegin í uppganginum.

Sambært vakthavandi hjá løgregluni var støðan allar ringast í gjár millum klokkan 16 og 18, so stilnaði nakað av aftur fyri aftur at bresta á út móti midnátt.

Í løtuni er ein skái, men veðurfólkini boða frá meira vindi aftur seinni í dag.

Løgreglan heitir á fólk um at brúka skáan til at skoða umstøðurnar uttanfyri, eitt nú at surra leysar lutir og vita um húsini hava fingið skaða.

- Hóast einki er farið í storminum í nátt, so kann tað so lættliga henda seinni í dag, um okkurt er byrjað at loysna, sigur vaktleiðarin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder