Innanlands

96 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru danskir ríkisborgarar

Talið er lækkandi - tøl frá Hagstovu Føroya frá 1. januar vísa, at beint yvir 2.000 íbúgvar í Føroyum hava annan ríkisbrogararætt.

Beint yvir 7.000 av íbúgvunum í Føroyum 1. januar eru fødd uttanfyri Føroyar  - 86,4 prosent eru fødd í Føroyum

Beint yvir 7.000 av íbúgvunum í Føroyum 1. januar eru fødd uttanfyri Føroyar - 86,4 prosent eru fødd í Føroyum

2020-04-28 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Færri prosent av íbúgvunum í Føroyum hava danskan ríksborgararætt, og færri og færri av samlaða íbúgvatalinum eru fødd í Føroyum.

Hetta vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni, ið eru gjørd upp fyri 1. januar 2020.

Samanlagda fólkatalið í Føroyum var 52.154 fólk. 50.114 av teimum eru danskir ríkisborgarar - tað eru 86,1 prosent.

Hetta talið hevur áður verið omanfyri 99 prosent. men er nú lægri enn nakrantíð.

Sambært talvu á heimasíðuni hjá Hagstovuni búðu 2.032 fólk, við øðrum ríkisborgararætti enn donskum, í Føroyum 1. januar. Størsti parturin av hesum var úr Evropa, undantikið Norðurlond. Hesi vóru 908 í tali - Næstflest úr Asia, 478 fólk.

Sí meira um tølini viðvíkjandi ríkisborgararætti her

86,4 prosent fødd í Føroyum

Fyri 25 árum síðani, í 1995, vóru 93,4 prosent av íbúgvunum í Føroyum, fødd í landinum. Síðani er talið á hvørjum ári farið niður. Í 2009 fór tað niðurum 90 prosent av íbúgvunum, og í 1. januar 2020 var tað 86,4 prosent. Hetta er eisini metlágt útfrá tølunum hjá Hagstovuni.

Beint yvir 45.000 fólk, sum búðu í Føroyum 1. januar, vórðu fødd í landinum. 7.096 vórðu fødd uttanfyri Føroyar. 265 av teimum eru fødd á Filipsoyggjunum, 257 í Rumenia og 252 í Íslandi. 

Fleiri tøl um føðiland her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder